Tíðindi

Avtala um heildarráðgeving í samband við Skúlan á Fløtum undirskrivað

01-03-2016: Samtakið Eind, sum Árni Winther Arkitektar mynda saman við Brim Arkitektum, Zeta Architects, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingum og LBF, hevur í dag undirskr

Vinnari av hugskotskappingini um nýggja Skúlan á Fløtum.

07-01-2016:   “Tá ið Kommunuskúlin var vígdur 2. September 1956, var eg millum næmingarnar í 1. flokki, sum lýddu á orðini ‘Grein honum lívið, tí lítla’ úr

Umboð frá løgtinginum á vitjan í nýggju framleiðsludeildini hjá Apoteksverkinum.

06-10-2014: Týsdagin 30. sept. beyð heilsumálaráðharrin umboðum frá løgtinginum á vitjan í nýggju framleiðsluhølunum hjá apoteksverkinum. Gestirnir vóru vístir ru

Nýggja koplingarstøðin í Húsahaga

04-09-2014: Verulig gongd er komin á verkætlanina í Húsahaga. Trýst her fyri at síggja áhugaverda sjónbandi, sum lýsir byggingina.

Vága Floghavn

20-06-2014: Nýggja farstøðin.

Nýggja farstøðin tikin í brúk

19-06-2014: Nógv fólk varð komið saman á flogvøllinum til almennu upplatingina av nýggju farstøðini. Tá flogfarið hevði sett seg og fyrstu ferðafólkini vóru komin

Menniskja og nærleikin

Ein long siðvenja í norðurlendskari byggilist hevur havt menniskja í miðjuni. Tey mest framúrskarandi dømini eru ein samanrenning av list og virðing fyri fólki og umhvørvi.

Tað er ikki tilvildarligt, at tað er í hesum jørðildi, at rák sum ‘lav/tæt’ íbúðarbygging og burðardygg bygging eru sprottin.

Og ikki at gloyma ‘Livet mellem husene’ hjá Jan Gehl.

Stóru meistararnir sum Asplund, Fehn, Lewerentz og Arne Jacobsen hava megnað at sameina kompromisleysa byggilistarliga góðsku við virðing fyri einstaka menniskjanum.

Hetta eru dygdir, sum hava tænt okkara samfeløgum, og tí einstaka.

 

Onki stendur í stað

Ein nýggj tøknilig menning gevur nýggjar møguleikar fyri skapan, sum sæst aftur í byggilistini. Samstundis gevur tøknin samskiftismøguleikar, ið fyrr vóru ókendir.

Hetta sæst eisini aftur í byggilistini. Alheimsmiðling og økt kapping ger víðskygnið størri. Um tú klárar teg á hesum pallum, gerst tú ein alheims stjørna í realtime. Møguleikar og avbjóðingar økjast, og dreymurin um at eydnast fylgir við.

Hjá summum gerst úrslitið stórsligin og myndrík verk, ið í síggjast aftur í alheims miðlunum. Fyri at megna hetta, mást tú sum oftast vera týðiligur og lættfatiligur.

Men hetta hevur víst seg at kunna køva ta dygdina í smálutum, sum vit kenna frá norðurlendsku siðvenjuni. Eisini virðingina fyri tí umhvørvi, sum bygt verður í.

 

At vara seg fyri

Kent er, at byggingin á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn saknar býareyðkenni. Einstøku bygningarnir eru hugsaður hvør sær, og hava nokk í sær sjálvum. Somuleiðis er byggingin á Vestamager í støðum uttan fyrilit fyri teimum menniskjum, sum skulu vera millum bygningarnar. Av meira víðgongdum dømum uttan úr heimi kann hámælta kappingin um mest eyðkenda bygningin í Dubai býi nevnast. Nógva staðni í Kina er vist ikki mætari.

Eitt sjúkrahús í Norðursælandi til sálarsjúk lýsir somu eyðkenni: eitt flott hugskot á pappírinum gerst ein kaldur karmur um dagliga virksemi uttan at liva seg inn í umstøðurnar hjá sjúklingunum.

Í ringastu førum kann úrslitið nærkast fasismu, sum fyri at hálova einhvørjum gloymir menniskja.

 

Etiski tátturin

Skeiva gongdin skyldast, at vit tykjast at gloyma etiska táttin í byggilistini. Um vit ikki taka støði í virðingini fyri fólki og umhvørvi, gerst úrslitið ein innantóm venjing í sniðgeving.

Munurin millum byggilist og myndlist er, at byggilistin altíð hevur eitt nýtsluendamál. Avbjóðingin eydnast bert, tá tað listarliga og tað verkliga ganga saman í eina heild.

Tað gevur onga meining at skapa eina ásýniliga heildarmynd, um ikki virksemið fær bestu karmarnar. Úrslitið verður kanska lýst í onkrum alheims tíðarriti, men málið er ikki rokkið um ikki børn ella vaksin trívast í gerandisdegnum.

 

Vón fyri framman

Øll við ávirkan innan bygging hava skyldu til at raðfesta byggilistarliga góðsku. Men hetta má byggja á eina djúptøkna virðing fyri tí einstaka brúkaranum, fyri tí staðið sum bygt verður, og fyri burðardygd.

Hetta er ongin løtt uppgáva. Nógvir ymsir førleikar vísa seg at skula samstarva um tað skal eydnast.

Mongu atlitini til nýtslu, trygd, trivna, reglur, veðurlag, umhvørvi, haldgóðsku, íløgu- og rakstrarkostnað, inniklima, tøkni, reinføri, ferðslu, arbeiðsumhvørvi og annað mangt eru ein stór avbjóðing. Etiska avbjóðingin liggur í at taka hesi viðurskifti í álvara, so tað besta í norðurlendskari siðvenju verður varðveitt og ment.

Tá kann tað eydnast at skapa kveikjandi, avbjóðandi, nyttug, vøkur og rík íkast til mannaskapta umhvørvið.

Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon