Tíðindi

Reisigildi Innan Eið

15-06-2017: Seinnapartin var hugnaligt reisigildi Innan Eið. SEV byggir nýggja koblingarstøð fyri at nøkta økta tørvin á el-framleiðslu í økinum. Byggingin hevur

Tíðargrein

04-05-2017: Menniskja og nærleikin Ein long siðvenja í norðurlendskari byggilist hevur havt menniskja í miðjuni. Tey mest framúrskarandi dømini eru ein samanrenn

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR!

22-12-2016: Okkara bestu ynski um eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár                         við tøkk fyri gott samstarv í brátt farna ári!

Myndir av Húsareyni ein summardag

17-06-2016: Ljós- og skuggaspæl í sólskynsveðrinum ein summardag.

6 skínandi arkitekturstjørnur!

14-03-2016: Umrøða og ummæli av koblingarstøðini í Húsahaga var á skránni í Mentanarkafé Kringvarpsins. Lurti við her!

Vetrarmyndir av nýggju koblingarstøðini í Húsahaga

01-03-2016: Tað hevur verið ein sera spennandi og avbjóðandi verkætlan at sniðgeva nýggju koblingarstøðina í Húsahaga. Royndin hevur verið at skapa virðiligar ums

Menniskja og nærleikin

Ein long siðvenja í norðurlendskari byggilist hevur havt menniskja í miðjuni. Tey mest framúrskarandi dømini eru ein samanrenning av list og virðing fyri fólki og umhvørvi.

Tað er ikki tilvildarligt, at tað er í hesum jørðildi, at rák sum ‘lav/tæt’ íbúðarbygging og burðardygg bygging eru sprottin.

Og ikki at gloyma ‘Livet mellem husene’ hjá Jan Gehl.

Stóru meistararnir sum Asplund, Fehn, Lewerentz og Arne Jacobsen hava megnað at sameina kompromisleysa byggilistarliga góðsku við virðing fyri einstaka menniskjanum.

Hetta eru dygdir, sum hava tænt okkara samfeløgum, og tí einstaka.

 

Onki stendur í stað

Ein nýggj tøknilig menning gevur nýggjar møguleikar fyri skapan, sum sæst aftur í byggilistini. Samstundis gevur tøknin samskiftismøguleikar, ið fyrr vóru ókendir.

Hetta sæst eisini aftur í byggilistini. Alheimsmiðling og økt kapping ger víðskygnið størri. Um tú klárar teg á hesum pallum, gerst tú ein alheims stjørna í realtime. Møguleikar og avbjóðingar økjast, og dreymurin um at eydnast fylgir við.

Hjá summum gerst úrslitið stórsligin og myndrík verk, ið í síggjast aftur í alheims miðlunum. Fyri at megna hetta, mást tú sum oftast vera týðiligur og lættfatiligur.

Men hetta hevur víst seg at kunna køva ta dygdina í smálutum, sum vit kenna frá norðurlendsku siðvenjuni. Eisini virðingina fyri tí umhvørvi, sum bygt verður í.

 

At vara seg fyri

Kent er, at byggingin á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn saknar býareyðkenni. Einstøku bygningarnir eru hugsaður hvør sær, og hava nokk í sær sjálvum. Somuleiðis er byggingin á Vestamager í støðum uttan fyrilit fyri teimum menniskjum, sum skulu vera millum bygningarnar. Av meira víðgongdum dømum uttan úr heimi kann hámælta kappingin um mest eyðkenda bygningin í Dubai býi nevnast. Nógva staðni í Kina er vist ikki mætari.

Eitt sjúkrahús í Norðursælandi til sálarsjúk lýsir somu eyðkenni: eitt flott hugskot á pappírinum gerst ein kaldur karmur um dagliga virksemi uttan at liva seg inn í umstøðurnar hjá sjúklingunum.

Í ringastu førum kann úrslitið nærkast fasismu, sum fyri at hálova einhvørjum gloymir menniskja.

 

Etiski tátturin

Skeiva gongdin skyldast, at vit tykjast at gloyma etiska táttin í byggilistini. Um vit ikki taka støði í virðingini fyri fólki og umhvørvi, gerst úrslitið ein innantóm venjing í sniðgeving.

Munurin millum byggilist og myndlist er, at byggilistin altíð hevur eitt nýtsluendamál. Avbjóðingin eydnast bert, tá tað listarliga og tað verkliga ganga saman í eina heild.

Tað gevur onga meining at skapa eina ásýniliga heildarmynd, um ikki virksemið fær bestu karmarnar. Úrslitið verður kanska lýst í onkrum alheims tíðarriti, men málið er ikki rokkið um ikki børn ella vaksin trívast í gerandisdegnum.

 

Vón fyri framman

Øll við ávirkan innan bygging hava skyldu til at raðfesta byggilistarliga góðsku. Men hetta má byggja á eina djúptøkna virðing fyri tí einstaka brúkaranum, fyri tí staðið sum bygt verður, og fyri burðardygd.

Hetta er ongin løtt uppgáva. Nógvir ymsir førleikar vísa seg at skula samstarva um tað skal eydnast.

Mongu atlitini til nýtslu, trygd, trivna, reglur, veðurlag, umhvørvi, haldgóðsku, íløgu- og rakstrarkostnað, inniklima, tøkni, reinføri, ferðslu, arbeiðsumhvørvi og annað mangt eru ein stór avbjóðing. Etiska avbjóðingin liggur í at taka hesi viðurskifti í álvara, so tað besta í norðurlendskari siðvenju verður varðveitt og ment.

Tá kann tað eydnast at skapa kveikjandi, avbjóðandi, nyttug, vøkur og rík íkast til mannaskapta umhvørvið.

Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon