Arbeiðslag


Vit hava sett okkum fyri at veita ráðgeving, sum byggilistarliga og í verki er í fremstu røð.

Viðskiftafólk skulu vænta sær, at hetta verður gjørt á ein tøkniliga tryggan hátt, við neyvari tíðar- og fíggjarstýring.
Okkara arbeiðsøki eru:

- Kanning, myndlýsing og meting av loysnum og møguleikum
- Greining av ynskjum og krøvum (byggiskrá)
- Uppskot og ætlanir
- Projektering
- Byggileiðsla, eftirlit og uppfylging
- Ráðgeving viðvíkjandi innrætting, innbúgvi og planting

Vit stremba sum virki eftir at hava breiðan yrkisligan førleika, sum er í støðugari menning. Vit luttaka í kappingum, eru á skeiðum og til fyrilestrar. Vit hava gott bókasavn við viðkomandi yrkisbókmentum. Til at menna yrkisliga og persónliga umhvørvið á teknistovuni eru vit á gevandi námsferðum í útlondum og í Føroyum.

Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon