Sigga Rasmussen


Teldupostur:    
sr@awinther.fo


Sigga er útbúgvin hortonomur (cand.hort.) frá Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole, København, í 1978.

Síðani 1979 hevur hon verið fyrisitingarleiðari á teknistovuni og virka sum ráðgevi viðvíkjandi uttan- og innandura planting.

Hon undirvísir eisini í plantufrøði á Fróðskaparsetri Føroya, og er adj. lektari har. Hevur undirvíst og hildið fyrilestrar og skeið víða um í landinum.

Skrivað mangar fakligar greinar og luttikið í bókaútgávum, varð annar ritstjórin á 'Føroysk Flora', greitt plantuorð til ensk-føroyska orðabók og dansk-føroyska orðabók.

Kunnað um gróður í útvarpi og sjónvarpi.

Fødd 1950. Limur í Jordbrugsakademikerne, verið formaður í Føroya Urtagarðsfelagi og formaður í Skógfriðingarnevndini.

Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon