Vinnari av hugskotskappingini um nýggja Skúlan á Fløtum.

07-01-2016:

 



“Tá ið Kommunuskúlin var vígdur 2. September 1956, var eg millum næmingarnar í 1. flokki, sum lýddu á orðini ‘Grein honum lívið, tí lítla’ úr kantatuni, sum var gjørd til vígsluna.

Tí er tað serstakliga stuttligt nú næstan 60 ár seinni, at verða við til at vinna kappingina um skúlan, ið tekur við eftir Kommunuskúlan. Vit eru ógvuliga errin av at verða partur av einum føroyskum samstarvi, sum í kapping við tey allar størstu í heiminum megnar at vinna. Tað er stuttligt, spennandi og ikki minst mennandi fyri føroysku ráðgevaravinnuna, at eitt føroyskt toymið verður valt sum tað besta."

Sigur Árni Winther, frá Árna Winther Arkitektum, sum saman við Zeta Arktitektum og Brim Arkitektum hevur vunnið hugskotskappingina um nýggja skúlan á Fløtum í Havn.

 





Í nýggja Skúlanum á Fløtum skal verða gott at vera. Her skulu næmingar og starvsfólk trívast og fegnast um gerandisdagin millum nógv hundrað børn og vaksin, sum hava sína dagligu gongd her. Uppskotið er ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond. 

Sniðið og hølisskipanin eru nýskapandi og framskygd. Dentur er lagdur á, at ymisku eindirnar í skúlanum fáa bestu karmar at virka undir, samstundis sum felagsvirksemi samantvinnar eindirnar í eina heild, sum ikki letur seg skilja sundur.

Við íblástri frá jarðfrøðini, har sterkastu klettarnir standa stinnir tá annað verður máa burturav, eru deildirnar á skúlanum hugsaðar sum sjálvstøðugar eindir í eini størri heild. Og eins og sjógvurin er bindiliðið og samferðsluæðrin millum føroysku oyggjarnar , skapar felagsvirksemi lívliga sambandi og dagliga rensli millum eindirnar.




Dómsnevndin er samd í hesum tonkum:

 


Vinnandi uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein skúli við einum tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar sín egna samleika. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið.

Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið og torir at vera sín egin og bjóðar samstundis grannalagnum vælkomnum. Dómsnevndin metir, at uppskotið við sínum sermerkta skapi ger vart við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum.

Bygningsskapið loyvir eini livandi og liðiligari innrætting, sum dómsnevndin sær nógvar dygdir í. Uppskotið er sannførandi við eini greiðari planloysn og einum longdarskurði, sum á ein tignarligan hátt sjóðar saman ymiska virksemið í skúlanum. 







Aftur
Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon