Avtala um heildarráðgeving av útbygging á LSH undirskrivað.

Mikumorgunin 26. feb. 2014 varð avtala um heildarráðgeving av nýggjum H-Bygningi á Landsjúkrahúsinum undirskrivað millum Faerport samtakið og Landsverk.


26-02-2014:

Á samkomu á Landssjúkrahúsinum fyrrapartin varð avtalan framløgd og undirskrivað. Frammanfyri stóra gluggan við skannararnar vóru røður hildnar og sáttmálin undirskrivaður, á sama staðið sum íbindingin verður við nýggja H-Bygningin.

Nýggi H-bygningurin skal millum annað hýsa somatiskum og psykiatriskum seingjadeildum, burðardeild, kantinu, rehabilitering, høvuðskøki og seingjasentrali.

FAERPORT samtakið er úrslit av eini ætlan at bjóða útlendsku kappingarneytunum av, tá útbyggingini av Vága Floghavn varð boðin út sum kapping. FAERPORT samtakið vann kappingina og vit halda at hetta er vert at menna framhaldandi. Vit eru serstakliga væl nøgd við, at myndugleikin í hesum føri eisini hevur valt eina føroyska loysn. Hetta hevur sjálvandi týdning fyri okkum, men eisini í víðari merking, tí tílíkar avbjóðingar eru við til at varðveita og menna vitanararbeiðspláss í landinum.

Vit hava yvir 30 ára royndir við umbygging, nýbygging og tillagingum á Landssjúkrahúsinum, og fara tí við góðum treysti undir hesa stóru og torgreiddu verkætlan. Tað er tó eisini við eyðmýkt við tí í huga at sjúkrahúsbygging verður roknað millum tær mest krevjandi byggiverkætlanirnar yvirhøvur.

Okkara ynski er, at H-Bygningurin gerst ein heilsubótarbygningur, sum gevur brúkarunum bestu umstøður til leking og linna.

Myndafrásøgn sæst her.

FAERPORT samtakið er samansett av Árna Winther Arkitektum, Selmar Nielsen Arkitektur, Landsbyggifelagnum og Sofus M. Jacobsen.



Aftur
Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon